Vágskálin

Vágskálin

Kringvarp Føroya

Episodes 50
Avg. Duration 50m
Activity Sporadic
Since Oct 2024
Latest Episode Mar 2026

Publishing Details

Schedule
Weekly
Consistency
73%
Hosting
kvf.fo

Contact & Outreach

About This Podcast

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.

Explore Statistics

Recent Episodes

Vágskálin: Føroyskt politi og ensk ávirkan

Mar 25, 2026 43m

Føroya Politistafelag hevur givið út bók um politiið í Føroyum í 21. øld, sum Kári Thorsteinsson hevur skrivað. Nógvar umskipanir hava verið í politinum hesa øldina, og brotsverkini eru vorðin…

Vágskálin: Forkunnugt innlit í gomlu Havnina

Mar 18, 2026 48m

Óli Jacobsen hevur í mong ár skrivað søguligt tilfar í FF-blaðnum og Sosialinum, og fleiri bøkur hevur hann eisini givið út, m.a. um Kristian Djurhuus, løgmann. Mest hevur Óli tó skrivað um tey, sum…

Vágskálin: Tá yrkjarin stríðist fyri lívinum

Mar 11, 2026 46m

Savnið "Sláttrir" er býtt upp í tveir partar, og seinni partur er heilt serligur, tí talan er um eina frásøgn, har yrkjarin svímar og verður lagdur inn á sjúkrahús. Á sjúkrahúsinum fær hann ein…

Vágskálin: Dygdarverk um list og Geytin

Mar 04, 2026 44m

Kinna Poulsen gav í 2025 út bókina "Í eygnahædd" á Sprotanum, sum snýr seg um list í Føroyum í 21. øld. Anna Maria Dam Ziska, listfrøðingur, ummælir bókina og sigur, at talan er um meira enn eina…

Vágskálin: Bæði drúgv og stuttlig náttúrusøga

Feb 25, 2026 47m

Jóna Joensen er úr Syðrugøtu og býr á einum garði í Sveis. Garðurin er ein sjálvbjargin oasa við fruktum, urtum, grønmeti og víni. Evnið í "Frí" minnir nógv um tað, sum Jóna sjálv fæst við í Sveis.…

Vágskálin: Misjavnt savn um at standa uttanfyri

Feb 18, 2026 50m

Christian Fróði Djurhuus er føddur í 1975, og hann hevur skrivað nógv millum ár og dag. Fyrsta savnið hjá honum kom út longu í 2005, annað savnið í 2008, og so var ein steðgur til 2015, tá triðja…

Vágskálin: Trupla byrjanin hjá Javnaðarflokkinum

Feb 11, 2026 52m

Fyrstu javnaðarfeløgini í Føroyum vórðu stovnað í september og oktober í Havn og á Tvøroyri í 1925. Ringfelagið hjá flokkinum varð stovnað í 1927, og tá gjørdist Javnaðarflokkurin ein…

Vágskálin: Heldur tunn og seinfør krimiskaldsøga

Feb 04, 2026 50m

"Kavafonnin grætur" byrjar við, at ein deyður kinesari í reyðari termodrakt verður funnin í Kambsgjógv. Stutt eftir verður ein annar kineseri funnin deyður uppi á Slættaratindi, og hann er…

Vágskálin: Skaldsligt stórverk um okkara tíð

Jan 28, 2026 49m

Bókin hjá Trygva Danielsen er 900 síður, men hevur ongi síðutøl. Hon er skrivað sum ein Messenger-tráður. Høvuðspersónurin er ein maður í 30'unum, sum býr í eini kjallaraíbúð á Argjum og skrivar til…

Vágskálin: 1500 síður um 100 ára arbeiðarasøgu

Jan 21, 2026 51m

Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, hevur skrivað verkið um Føroya Arbeiðarafelag, og sera nógv hevur verið at fara um, sigur hann. Hann greiðir frá, hvussu tilgongdin var at savna tilfarið og skriva…

Vágskálin: Aldrandi skøld líta aftur um bak

Jan 14, 2026 49m

Savnið hjá Jóanesi Nielsen kom út í november í 2025, og tað hevur mong av eyðkennunum, sum søvn hjá Jóanesi hava. "Hann dugir øgiliga væl at skriva rámandi brotprosa á føroyskum, og evnini, hann…

Vágskálin: Gerandisrealisma og skilnaðarsøga

Jan 06, 2026 46m

Í ársins fyrstu Vágskál er onnur skaldsøgan hjá Jón Thorsteinsson til viðgerðar. Hetta er søga, har tann nærum 30 ára gamli Ingvar er høvuðspersónur. Hann gongur saman við Jastrið. Foreldrini hjá…

Vágskálin: Sjálvævisøga og bygdarsøga í einum

Dec 17, 2025 52m

Á vágskálini hesaferð er sjálvævisøgan "Stríðið er vunnið" eftir Gerhard Lognberg Gerhard Lognberg er skopuningur og fór fyrstu ferð upp í kommunalpolitikk í 1984. Í 1993 gjørdist hann…

Vágskálin: Samtíðin fyllir væl meira enn maðurin

Dec 10, 2025 51m

Suðuroyar-Dánjal, Daniel Joensen Suderøe, var porkeninngur, sum búsettist í Sandavági í 1823. Har hevði hann skiparaskúla á eldri árum. Hann varð føddur á garðinum Uttan Heyga í Porkeri í 1887 og…

Vágskálin: Um at skilja og hóma nýmótans yrkingar

Dec 03, 2025 49m

Til ummælis í sendingini eru yrkingasøvnini "Bók" eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger og "Skorpur" hjá Oddfríði Marna Rasmussen.  Hans Jacob Kollslíð ummælir søvnini, og honum dámar tey væl. Í…

Vágskálin: Alt lagt á blik í ógvusligari søgu

Nov 26, 2025 46m

Hevnd" er fyrsta skaldsøgan hjá Peturi Mohr Reinert, og Malan Marnersdóttir og Sanna Klein ummæla hana. Tær halda, at talan er um ógvusliga søgu, har alt verður sagt, ofta á ógvusligan hátt, og at…

Vágskálin: Fjølbroytt innlit í lívið hjá Stanley

Nov 19, 2025 50m

Til ummælis hesaferð er sjálvævisøgan um Stanley Samuelsen, sum Hilmar Jan Hansen hevur skrivað Uppi í tíðini er, at landsins elstu tónleikarar siga sína lívssøgu í bók. Í fjør kom bókin um Robert,…

Vágskálin: Ein bók um leiðaran sum menniskja

Nov 12, 2025 51m

Til ummælis er bókin ”Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á” eftir Helga Rasmussen Í nærum 30 ár hevur Helgi Rasmussen arbeitt við at menna leiðslur og arbeiðspláss, og ein stórur partur…

Vágskálin: Journalistisk søgubók um "Westward Ho"

Oct 29, 2025 47m

Rættiliga ferð kom á slupptíðina í Føroyum í 1890'unum, og í 1895 kom sluppin "Westward Ho" í flotan. Sluppin varð bygd í Grimsby í 1884, og Hans Georg Thomsen á Tvøroyri keypti hana til…

Vágskálin: Trivalig bók um keypssamtøkuna

Oct 10, 2025 50m

Í vár kom bókin "Hvør at tæna øðrum" hjá Jóan Paula Joensen um tey fyrstu 60 árini hjá Føroya Keypssamtøku. Helgi Jacobsen og Erland Viberg Joensen ummæla bókina, og teir halda, at bókin, sum er 370…

Frequently Asked Questions

How many episodes does Vágskálin have?

Vágskálin has published 50 episodes since October 2024, covering topics in News.

Is Vágskálin still active?

Vágskálin is currently sporadic with new episodes weekly. Average episode length is 50m.

How do I contact Vágskálin for sponsorship or guest appearances?

Sign up on Grep.FM to access contact details for Vágskálin, including email and social media links.

Similar Podcasts